Samskifta nú betur við russar

bannari
26.08.2020 - 14:29
InnlendisHeilsa
Samskifta nú betur við russar
Fundur verður við russiskar myndugleikar, hvussu farast skal fram, um sjómenn á gerast sjúkir í føroyskum sjógvi, sigur landsstýrismaðurin
Jenis av Rana er landsstýrismaður í uttanríkismálum. Hann letur nú betur at samskiftinum við russar

Nú gongur betur at samskifta við russiskar myndugleikar um koronutilburðirnar á trolaranum Yantarnyyj, sum í løtuni liggur á Oyrareingjum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at russisku myndugleikarnir hava eisini sett seg í samband við reiðaríið í Murmansk.

Fyrst í september verður ein fundur millum umboð fyri føroyskar og russiskar myndugleikar um støðuna, og hvussu farast skal fram.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Jenis av Rana í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070