Korona: Partur av skúlanum í Fuglafirði stongdur

Korona: Partur av skúlanum í Fuglafirði stongdur
Í gjár vóru 17 smittutilburðir í skúlanum, og onkur tilburður er eisini staðfestur í dag
Korona hevur við sær, at skúlin, sum heldur til í gamla FK í Fuglafirði, hevur latið aftur fyribils.
 
11.11.2021 - 18:00

Ein partur av Fuglafjarðar skúla varð í dag latin aftur, eftir at koronasmittan av álvara er farin at gera um seg í skúlanum.

Talan er um gamla FK, sum nú hevur latið aftur í samráð við Landslæknan og Undirvísingarstýrið.

Á heimasíðu síni skrivar skúlin, at næmingar í 1., 2. og 3. flokki fylgja við umvegis heimasetningin, og næmingarnir í 4. og 6. flokki hava undirvísing á TEAMS.

17 tilburðir í gjár

Berlys Nordendal, stjóri í Fuglafjarðar skúla, sigur við Kringvarpið, at í gjár vóru 17 smittutilburðir í skúlanum. Talan var um bæði lærarar og næmingar. Harumframt eru fimm lærarar í sóttarhaldi, og við so fáum tøkum lærarum ber ikki til at hava fullfíggjaða undirvísing í skúlanum.

Skúlastjórin veit eisini, at onkur tilburður er staðfestur aftrat í dag.

Tilsamans eru 289 næmingar í Fuglafjarðar skúla. Av teimum ganga 83 næmingar í gamla FK.

Eftir ætlan fara tey, sum ganga í skúla í gamla FK, aftur í skúla mánadagin 22. november. Næmingarnir skulu hava negativa test, áðrenn teir møta aftur í skúla, sigur Fuglafjarðar skúli á síni heimasíðu.

Keldan eisini rakt

Í Frískúlanum Kelduni í Skálafirði eru børnini í forskúlanum og í 1. flokki framvegis heima, eftir at fleiri smittutilburðir vórðu staðfestir í síðstu viku. Eisini hjá Frískúlanum Kelduni eru nøkur starvsfólk í sóttarhaldi.

Jastrid Høj, varaleiðari, sigur við Kringvarpið, at tey vóna, at forskúlin og 1. flokkur kunnu koma í skúla aftur í næstu viku.

Úr Undirvísingarstýrinum verður sagt, at skúlin á Fossanesi framvegis er stongdur, og á Skúlatrøð í Klaksvík er bara opið fyri næmingum í 1., 2. og 3. flokki, har eingin ansing er møgulig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938