Nógv minni av grønari orku í ár

27.08.2020 - 16:50
InnlendisSamfelag
Nógv minni av grønari orku í ár
Framleiðslan av el-orku úr olju er vaksin úr 40,6 prosentum fyrstu sjey mánaðirnar í 2015 upp í 64,2 prosent fyrstu sjey mánaðirnar í ár
Higartil í ár eru meira enn 64 prosent av el-orkuni hjá SEV framleidd úr olju

Nýggjastu hagtølini fyri orkuframleiðsluna í Føroyum vísa, at meira verður framleitt av svartari orku, og minni av grønari orku.

Fyrstu sjey mánaðirnar í ár vórðu 64,2 prosent av framleiðsluni úr olju, og 35,8 prosent vóru úr vindi og vatni.

Framleiðslan av el-orku úr olju er vaksin úr 40,6 prosentum fyrstu sjey mánaðirnar í 2015, upp í 64,2 prosent fyrstu sjey mánaðirnar í ár.

Hoyr Hera Mortensen, deildarstjóra fyri elframleiðsluna.hjá SEV.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167