Vilja tryggja fíggjarliga grundarlagið undir ÍSF

27.08.2020 - 11:38
InnlendisSamfelag
Vilja tryggja fíggjarliga grundarlagið undir ÍSF
Ítróttasambandið er fíggjarliga spert, tí inntøkurnar frá donsku veddingtænastuni eru nógv minkaðar
Jenis av Rana, landsstýrismaður, væntar, at undirtøka verður í løgtinginum at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir ÍSF

Tær fýra milliónir krónurnar, sum Ítróttasamband Føroya hevur fingið í koronuhjálp, kunnu í framtíðini gerast partur av fíggjarliga grundarlagnum hjá ÍSF.

Tað er í øllum førum ein møguleiki, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður í ítróttarmálum, nevnir, nú ÍSF vantar pengar, og noyðist at skera í stuðlinum til øll sersambondini.

Hann væntar, at undirtøka verður í løgtinginum fyri at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir ÍSF.

Ein orsøk til, at tað er farið at fjara í kassanum hjá ÍSF, er, at inntøkurnar frá donsku veddingartænastuni eru nógv minkaðar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815