Nú ræður um steðga smittuni við markið

28.08.2020 - 13:13
Innlendis›Heilsa
Nú ræður um steðga smittuni við markið
Professarin í fólkaheilsu mælir framvegis fólki til at gera eftir almennu tilmælunum
Pál Weihe, professari, sigur, at neyðugt er steðga koronusmittuni við markið

Hóast eingin tilburður av koronu er staðfestur seinastu vikuna, so eiga fólk framvegis at gera eftir almennu tilmælunum.

Líkt er til, at smittan innanlands mestsum er av, og tí er neyðugt at steðga smittuni við markið, og at fólk lata seg kanna, tá tey koma, og aftur seks dagar seinni.

Tað sigur Pál Weihe, yvirlækni á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu og professari í fólkaheilsu, sum heldur, at vit nú eru komin upp á turt aftur, tá ið ræður um koronu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026