Fámjinstunnilin: Boringin kann byrja móti sumri

06.09.2020 - 17:12
InnlendisPolitikkur
Fámjinstunnilin: Boringin kann byrja móti sumri
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at samstundis verður arbeitt við einari ætlan um at bjóða vegagerðina út fyri seg
Tað gekk væl at bora Hvalbiartunnilin, og nú er ætlanin at seta á bora til Fámjins móti sumri, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

Gongst sum ætlað, kann farast undir at bora tunnilin til Fámjins móti sumri næsta ár.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Mikudagin svaraði hann einum munnligum fyrispurningi í tinginum frá Erhardi Joensen, løgtingsmanni í Sambandsflokkinum, um Fámjinstunnilin.

Løgtingið hevur samtykt eykajáttan til kanningar í sambandi við Fámjinstunnilin, og útbjóðingartilfarið verður eftir ætlan liðugt í november.

Jørgen Niclasen sigur, at samstundis verður arbeitt við einari ætlan um at bjóða vegagerðina til Fámjinstunnilin út fyri seg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959