Áhugi er enn fyri føroyska landgrunninum

07.09.2020 - 14:03
Innlendis›Vinna
Áhugi er enn fyri føroyska landgrunninum
Jarðfeingi samskiftir við feløg, sum leita eftir olju og gassi bretsku megin markið
Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi, heldur nógva virksemið hinumegin markið vera áhugavert, og Jarðfeingi samskiftir eisini við feløg, sum leita í bretskum øki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Útlendsk oljufeløg hava nú fingið loyvi at leita eftir olju og gassi 100 km fram við markinum millum Bretland og Føroyar.

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi, heldur hetta vera sera áhugavert.

Í tveimum teimum seinastu útbjóðingunum vórðu eingi loyvi útskrivað.

Í staðin er ein nýggj skipan við Open Door, har feløg kunnu søkja um at sleppa í føroyskt øki, tá tey halda, at tíðin er búgvin. Enn hevur tó eingin søkt.

Jarðfeingi samskiftir tó við feløg, sum leita bretsku megin markið.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329