Oljuprísurin støðugur

Oljuprísurin støðugur
Oljuprísurin er støðugur, hóast tiltøkini sum USA hevur sett í verk ímóti Iran og Venezuela, nú eru farin at virka
 
08.05.2019 - 08:00

Ein tunna av olju úr Norðsjónum kostar í morgun beint omanfyri 70 dollarar, og ein tunna av olju úr USA kostar slakar 62 dollarar.

USA hevur hert tiltøkini ímóti Iran, men Iran sigur seg ikki fara at gera eftir krøvunum, men fer at útflyta so nógva olju sum gjørligt.

Prísurin lækkaði fyrradagin

Eygleiðarar siga seg rokna við, at amerikansku tiltøkini ímóti Iran fara at hava við sær, at iranska sølan av olju fer at minka niður í helvt, ella 500.000 tunnur um dagin.

Prísurin á olju lækkaði mánadagin, eftir at Donald Trump, forseti, boðaði frá, at hann fer at hækka tollin á kinesiskum vørum, sum koma til USA.

Samráðingarnar um handilsviðurskifitini ímillum USA og Kina, fara uttan iva at ávirka oljuprísin, siga eygleiðarar við Ritzau tíðindastovuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339