Krevja sama part av heildarkvotuni

07.09.2020 - 09:20
InnlendisPolitikkur
Krevja sama part av heildarkvotuni
Makrelavtalan frá 2014 fer úr gildi á nýggjárinum
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at miðað verður eftir at finna eina semju um makrelin í ár

Føroyar fara at krevja í minsta lagi sama part av heildarkvotuni av makreli.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Makrelavtalan frá 2014 millum ES, Noreg og Føroyar er galdandi til ársskiftið. Og í næstum verður farið undir samráðingarnar.

Føroyar fara at krevja í minsta lagi 12,6 prosent av heildarkvotuni, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Miðað verður í fyrsta umfari eftir at finna semju í ár.

Men tað er ikki óvanligt, at strandarlondini áseta sær eina fyribils kvotu, og halda fram við samráðingunum út á várið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713