Føroyar og ES gera helst niðurstøðu í hesi vikuni

Føroyar og ES gera helst niðurstøðu í hesi vikuni
Tað er framvegis ógreitt, hvussu verður við fiskirættindaavtaluni við ES og við makrelfiskiskapinum
 
21.04.2021 - 18:00

Stígur hevur seinastu tíðina verið í samráðingunum við ES um sínámillum fiskirættindi í ár. Føroyar og ES hava tosað saman eina tíð, men semja er ikki funnin.

Nú hava partarnir avtalað at tosa saman aftur í morgin, og helst at koma til eina niðurstøðu hesa vikuna, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Rækja í Eysturgrønlandi

Tað, sum hevur serligan týdning fyri Føroyar, er atgongdin til rækjufiskiskap í Eysturgrønlandi, sum er eftir avtaluni við ES.

Landsstýrismaðurin væntar, at avtalan við ES verður lík henni, sum hevur verið galdandi tey seinnu árini, tí partarnir hava sum heild verið nøgdir við hana, sigur hann. 

Fyri einum mánaði síðani varð greitt, at eingin fiskirættindaavtala verður við Bretland í ár. Tá varð avtalað at byrja samráðingar í heyst um eina avtalu fyri næsta ár.

Eingin makrelavtala

Hvat hendir við makrelfiskiskapinum í ár, er heldur ikki greitt. Jacob Vestergaard sigur, at føroyska ynskið er, at makrelsemjan sum Føroyar, Noreg og ES gjørdu, fer at halda fram. Tann avtalan fór úr gildi á nýggjárinum.

Partarnir eru so smátt farnir undir at tosa um avtaluna, men enn er einki ítøkiligt komið burturúr. Bretland er farið úr ES, og hevur tí stóran týdning sum strandaland, tá talan er um makrel.

Áseta egna kvotu

Tá eingin fiskirættindaavtala er við Bretland í ár, sigur landsstýrismaðurin seg vóna, at ein semja um makrelin fer at hava við sær, at føroysku skipini, sum fiska makrel, fáa atgongd til at fiska makrel í bretskum sjógvi um ársskiftið, sum tey hava gjørt í nógv ár.

Enn eru ongar veruligar samráðingar um makrelin, men partarnir tosa saman, sigur landsstýrismaðurin. Fæst ikki avtala, mugu Føroyar áseta sær sína egnu kvotu av makreli, sum skipini kunnu fiska í føroyskum sjógvi.

Makrelurin kemur vanliga í føroyskan sjógv í juni, og skal ein kvota ásetast, so má tað gerast í mai, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221