Eingin avgerð tikin um radaran

09.09.2020 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Eingin avgerð tikin um radaran
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hitti Trine Bramsen, verjumálaráðharra, í Keypmannahavn í dag
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Trine Bramsen, verjumálaráðharri, høvdu fund í Keypmannahavn í dag

Endalig avgerð er ikki tikin, um radari verður settur upp á Sornfelli, men nógv bendir á, at hann kemur.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, sum hitti Trine Bramsen, verjumálaráðharra, í Keypmannahavn í dag.

Hann sigur, at málið verður framvegis kannað.

Spurningurin, um amerikanska fregnartænastan, NSA, eisini hevur fingið upplýsingar um føroyingar frá fregnartænastuni hjá donsku verjuni, varð eisini umrøddur á fundinum við Trine Bramsen, men

Jenis av Rana sigur, at einki verður likið út um hetta málið yvirhøvur, hvørki í Danmark ella Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558