At vera inn yvir okkurt

14.09.2020 - 11:51
Lívsstílur
At vera inn yvir okkurt
Ofta hoyrast fólk siga, at hon ella hann hevur verið inn yvir eitthvørt so sum eitt mál, ein tekst, ein sang, eina ósemju og so framvegis

Lurtari skrivar: KVF-fólk siga, at onkur hevur verið inn yvir okkurt í onkrum høpi, men finnast ikki orðingar, sum lýsa betur, hvat meinast við?

Orðingin, inn yvir, verður brúkt í breiðastu merking, og hon tekur yvir og fær aðrar at hvørva.

- Heldur enn at siga, hvat tað veruliga snýr seg um, so brúka fólk hesa orðing, og harvið verður málið fátækari, sigur Elin Henriksen og spyr samstundis, hví fólk ikki kunnu siga sum er: 

- Hví ikki bara siga, at viðkomandi hevur viðmerkt, greinað, eftirmett, rættað, rættlisið, broytt ella hvat tað nú skal vera. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598