- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór turrdokk á Tjørnunesi
14.09.2020 - 14:05
Innlendis›Vinna
Stór turrdokk á Tjørnunesi
Avmarkað er, hvussu stór skip ganga í dokkina á Skála, men dokkin á Tjørnunesi verður so stór, at eitt nú Norrøna fer at rúmast í henni

Avmarkað er, hvussu stór skip turrdokkin á Skála kann taka. Øðrvísi verður við nýggju dokkini, sum ætlanin er at byggja hinumegin fjørðin
Tjørnunes (har ringurin er), har ætlanin er at gera nýggja turdokk. Myndina tók Pól Sundskarð.
Fyritøkurnar MEST, Varðin og Varðin Pelagic fara í samstarvi við Eysturkommunu at gera eina stóra turrdokk á Tjørnunesi, innan fyri bygdina undir Gøtueiði á Skálafjørðinum.
Talan verður um eina turrdokk, har stór skip, sum stinga djúpt, eisini kunnu liggja.
Í løtuni er avmarkað, hvussu stór skip Mest kann taka í turrdokkina á Skála.
Millum annað skal vera pláss fyri Norrønu í nýggju turrdokkini á Tjørnunesi.
Hoyr samrøðu við Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommu, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














