Stór turrdokk á Tjørnunesi

14.09.2020 - 14:05
InnlendisVinna
Stór turrdokk á Tjørnunesi
Avmarkað er, hvussu stór skip ganga í dokkina á Skála, men dokkin á Tjørnunesi verður so stór, at eitt nú Norrøna fer at rúmast í henni
Avmarkað er, hvussu stór skip turrdokkin á Skála kann taka. Øðrvísi verður við nýggju dokkini, sum ætlanin er at byggja hinumegin fjørðin

Tjørnunes (har ringurin er), har ætlanin er at gera nýggja turdokk. Myndina tók Pól Sundskarð.

 

Fyritøkurnar MEST, Varðin og Varðin Pelagic fara í samstarvi við Eysturkommunu at gera eina stóra turrdokk á Tjørnunesi, innan fyri bygdina undir Gøtueiði á Skálafjørðinum.

Talan verður um eina turrdokk, har stór skip, sum stinga djúpt, eisini kunnu liggja.

Í løtuni er avmarkað, hvussu stór skip Mest kann taka í turrdokkina á Skála.

Millum annað skal vera pláss fyri Norrønu í nýggju turrdokkini á Tjørnunesi.

Hoyr samrøðu við Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommu, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472