Eldri kirkjur verða mettar sum fornminnissøvn

16.09.2020 - 13:51
Innlendis›Samfelag
Eldri kirkjur verða mettar sum fornminnissøvn
44 kirkjuráð taka undir við áheitanini, sum er send formansskapinum í løgtinginum og løgtingslimum
44 kirkjuráð kring landið taka undir við áheitanini frá kirkjuráðnum við Havnar kirkju

Kirkjuráðini, sum varða av kirkjum, eldri enn 100 ár, vilja hava smidligari skipan, tá ábøtur og umbyggingar skulu gerast í kirkjunum.

Kirkjuráðið í Havnar kirkju hevur sent løgtinginum skriv, har víst verður á vantandi heimildirnar til at gera ábøtur og umbyggingar.

44 kirkjuráð taka undir við áheitanini, sum er send formansskapinum í løgtinginum og løgtingslimum.

Í skrivinum stendur millum annað:

"At allar eldru kirkjur í dag eru meiri at meta sum fornminnissøvn og ikki sum samkomuhús, ið áttu at lokið dagsins krøv í sambandi við atkomu, vesi og onnur viðurskifti."

Hoyr samrøðu við Edvard Bjarnason, skrivara í Havnar kirkju, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Sí eisini

25.08.14
29507
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541