Føroyar skulu flyta minni út til Russlands

01.10.2020 - 18:58
Innlendis
Føroyar skulu flyta minni út til Russlands
Ein radari skal setast upp í Føroyum og Føroyar skulu flyta minni út til Russlands, tað halda Edmund Joensen og Michael Astrup Jensen

Tað er uppá tíðina at Føroyar taka ábyrgd fyri trygdarpolitikkinum í vesturheiminum - tí skal ein radari setast upp í Føroyum og Føroyar skulu útflyta minni til Russlands og meira til ES.

Tað halda teir báðir Edmund Joensen, sum er valdur á Fólkating fyri Sambandsflokkin og Anders Aastrup Jensen frá danska Vinstraflokkinum, sum saman hava skrivað eina tíðargrein, sum verður prentað í bæði donskum og føroyskum bløðum í morgin.

Michael Aastrup Jensen er uttanríkisorðførari hjá Venstre og situr í Udenrigspolitisk nævn. Hann heldur, at Føroyar av trygdarávum eiga at útflyta minni til Russlands

í staðin eigur Danmark at hjálpa Føroyum at fáa betri atgongd til marknaðin í ES.

Bogi Jacobsen er stjóri í samtakinum Varðin, sum eigur fleiri uppsjóvarskip og uppsjóvarvirkið Pelagic á Tvøroyri og sum millum annað útflytir makrel og sild til Russlands.

Hann heldur ikki at tað er rætt at føroyskur fiskaútflutningur skal gerast til eitt trygdarpolitiskt mál.

Bill Jusitnussen, formaður í Uttanlandsnevndini undrast á, at Danmark ikki áður hevur bjóðað sær til at hjálpa Føroyum við at bróta niður tollmúrar í ES.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094