Fara at biðja um fleiri undantøk

20.10.2020 - 16:21
Innlendis›Samfelag
Fara at biðja um fleiri undantøk
Verkfallið merkist nú á øllum Landssjúkrahúsinum, sigur Margit Stórá, varastjóri
Margit Stóra er varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið noyðist at biðja um fleiri undantøk, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir fara at herða verkfallið.

Seinnapartin hósdagin fara umleið 25 sjúkrarøktarfrøðingar á B8 á Landssjúkrahúsinum eisini í verkfall.

Margit Stórá, varastjóri, sigur, at neyðugt verður at biðja um fleiri undantøk, so seingjardeildin á B8 kann verða mannað alt samdøgrið.

Hon sigur, at verkfallið er nú farið at merkjast á øllum Landssjúkrahúsinum.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Margit Stórá, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541