Veljararnir fáa hvør sín penn

bannari
29.10.2020 - 17:20
Innlendis›Samfelag
Veljararnir fáa hvør sín penn
Leiðreglur eru gjørdar um, hvussu kommunuvalið verður skipað í hesum koronutíðum
Kommunuvalið á Hálsi í Havn verður øðrvísi, enn tað plagar at vera

Har vera bæði frástøða og spritt í høllini á Hálsi valdagin. Og hvør veljari fær sín penn.

Leiðreglur eru gjørdar um, hvussu kommunuvalið verður skipað í hesum koronutíðum.

Høllin á Hálsi í Havn er nógv størsta valstaðið í Føroyum. Har eru 13.264 veljarar.

Tá fólk hava valt, fara tey úr høllini í norðara endanum, so tey ikki ganga fram við teimum, sum eru á veg inn í høllina.

Tey, sum skulu velja skúlastýri, fara til viks, tá tey hava valt í býráðið, og velja eina aðrastaðni í høllini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961