Leggja bara uppí, um trygdin er í vanda

05.11.2020 - 17:57
Innlendis›Samfelag
Leggja bara uppí, um trygdin er í vanda
Nú eru 17 dagar síðani, at sjúkrarøktarfrøðingarnir lýstu verkfall
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, sigur, at tað einasta, sum kann fáa landsstýrið at biðja løgtingið leggja upp í sáttmálatrætuna, er, at trygdin hjá sjúklingunum er í vanda

- Vit vóna framvegis, at sjúkrarøktarfrøðingarnir og lønardeildin finna semju um nýggjan sáttmála.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, nú semingsmenninir eru givinir við royndini at fáa partarnar at semjast.

- Tað einasta, sum kann fáa okkum at leggja uppí, er, um trygdin hjá sjúklingunum er í vanda, sigur hann.

Nú eru 17 dagar, síðani sjúkrarøktarfrøðingarnir lýstu verkfall.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Óluva í Gong, forkvinna í sjúkrarøktarfelagnum, sigur í kvøld, at felagið umrøður støðuna, og at undantøkini, sum eru givin, eru í gildi, til klokkan trý seinnapartin í morgin.

Í Fíggjarmálaráðnum er støðan óbroytt, sigur Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini, og semingsmenninir hava einki frætt frá pørtunum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334