Sólja riggar av sum Løgtingsins Umboðsmaður

18.11.2020 - 17:54
InnlendisSamfelag
Sólja riggar av sum Løgtingsins Umboðsmaður
Lobbyisman er sterk í Føroyum, sigur hon, og fyrisitingin og politisku skipanin klára illa at standa ímóti trýstinum

Sólja í Ólavsstovu tók við starvinum sum Løgtingsins Umboðsmaður tann 1. januar 2006.

Í 15 ár hevur hon skula havt eftirlit við, at fyrisitingin í Føroyum ikki hevur gjørt mistøk ella vanrøkt sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki hevur framt órætt ímóti borgaranum.

Sólja í Ólavsstovu kundi hugsað sær, at stovnurin hevði eina størri játtan, tí eftirlitsparturin er ov veikur.

Hon ávarar eisini um, at pengasterku fyritøkurnar, pengasterku áhugamálini, í mongum førum hava ov lætt spæl í Føroyum.

Og so heldur hon, at stovnurin átti at broytt navn.

Ríkisumboðsmaðurin kallast nú Ríkisumboðið, og Løgtingsins Umboðsmaður kundi eisini itið Løgtingsins Umboð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947