Breddin: Búskaparfrágreiðing og corona

Breddin: Búskaparfrágreiðing og corona
Umboð fyri stóru flokkarnar kjakast um nýggju frágreiðingina frá Búskaparráðnum, og spurt verður, hvat er munurin á corona og vanligum beinkrími
Djón Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, legði várfrágreiðingina fram í gjár. Hon verður viðgjørd í Breddanum í dag
 
03.03.2020 - 11:02

Landskassin er ikki nóg væl brynjaður til ein lágkonjuktur. Bruttotjóðarúrtøkan vaks sjey prosent í fjør, vøksturin var níggju prosent, og landið eigur at fáa meira fyri veiðigjøldini.

Tað eru høvuðsboðskapirnir í nýggju várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, ið varð almannakunngjørd í gjár.

Vit hyggja nærri at nýggjastu støðulýsingini av búskaparfrágreiðingini saman við Djóna Højgaard, formanni í Búskaparráðnum, sum kemur í útvarpsstovuna.

Aftaná fara Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, at kjakast um nýggju frágreiðingina.

Corona og Føroyar

Corona-smittan breiðir seg støðugt um allan heim, og er nú eisini staðfest í øllum okkara grannalondum.

Sostatt tykist bara vera spurningur um tíð, at sjúkan verður staðfest í Føroyum.

Men eru allar mannagongdir gjørdar, til tess at lofta sjúkuni? Hvørji stig verða tikin, at smittan ikki skal breiða seg? Hvussu nógv fólk eru í vandabólkinum, um sjúkan fær fótafesti her? Og hvat er munurin á corona og vanligum beinkrími?

Hetta spyrja vit Shahin Gaini, serlækna í infeksjónssjúkum, og Marjus Dam, formann í Kommunulæknafelagnum.

Breddin í dag klokkan 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302