Ákærin vil hava allar tríggjar í varðhaldi

21.11.2020 - 13:06
InnlendisSamfelag
Ákærin vil hava allar tríggjar í varðhaldi
Føroya Rættur hevur gjørt av at lata leysar tveir av teimum ákærdu í stóra rúsevnismálinum, sum er útsett til februar. Avgerðin er kærd.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Nevningatingið um stóra rúsevnismálið er útsett til februar næsta ár. Hóast teir tríggir, sum eru ákærdir í málinum, hava verið varðhaldsfongslaðir síðani 21. november í fjør - so krevur ákæruvaldið framhaldandi, at teir verða varðhaldsfongslaðir, til dómur fellur í málinum.

Í gjár var rættarfundur um varðhaldsfongslingina, og Føroya rættur gjørdi av at tveir av teimum ákærdu skulu latast leysir, ímeðan tann eini framvegis skal vera í varðhaldi.

Avgerðin er kærd til Eystara Landsrætt, við tí sum á donskum eitur opsættende virkning.

Tað vil siga, at teir tríggir ákærdu framhaldandi sita varðhaldsfongslaðir inntil Eystari Landsrættur er komin við sínum úrskurði.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Michael Boolsen, ákæra, eftir rættarfundin í gjárkvøldi.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076