Talgilt koyrikort næsta ár

01.12.2020 - 13:54
InnlendisSamfelag
Talgilt koyrikort næsta ár
Í fjør fingu 128 bilførarar 700 krónur í bót frá politinum fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær
Næsta ár er ætlanin, at koyrikortið skal verða talgilt

Næsta ár verður talgilda koyrikortið tikið í nýtslu.

Tað ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Í fjør fingu 128 bilførarar 700 krónur í bót frá politinum fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær. Og higartil í ár hava 116 fólk fingið bót.

Men í framtíðini verður tað helst lættari at finna koyrikortið, sum nú verður talgilt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904