- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj heimasíða við fotomyndum
11.12.2020 - 18:23
Lívsstílur
Nýggj heimasíða við fotomyndum
Talan er um bæði náttúrumyndir og kongaligar myndir

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
Lars Bisgaard, fotografur
Mynd: Leivur Thomsen
Lars Bisgaard er dani og býr í Hósvík. Seinastu átta árini hevur hann fingist við at fotografera, og nú loksins hevur hann fingið sær eina heimasíðu, har til ber at síggja ein part av hansara myndum. Talan er um sera ymiskar myndir, av landsløgum, náttúru, fuglum og sørfarum. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá fotografinum í Hósvík. Lars greiðir frá, at hann hvønn sunnudag fer út at fotografera. Við sær hevur hann ikki bara eitt men heili trý myndatól. Hendir tað seg, at hann sær ein fugl, steðgar hann bilinum alt fyri eitt og tekur mynd av honum. Á heimasíðuni hjá Lars eru eisini myndir av krúnprinsaparinum, tá tey vitjaðu í Føroyum. Hoyr samrøðuna her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV