Níggju av manningini fingið koronu

bannari
14.12.2020 - 13:52
Innlendis›Heilsa
Níggju av manningini fingið koronu
Kanningarstovan Thetis kannaði danska sjóverjuskipið Thetis
Thetis er á veg til Danmarkar. Níggju av manningini hava fingið koronu
Mynd: MarineTraffic.com  

Níggju av manningini á danska sjóverjuskipinum, Thetis, hava fingið staðfest koronu. Kanningarstovan Thetis kannaði leygardagin manningina á Thetis, og tað varð gjørt í Klaksvík.

Úrslitið vísti, at fimtingur av manningini varð smittaður, og tí varð avrátt at seta beina kós til Danmarkar.

– Ikki er greitt, hvaðani smittan stavar, sigur Lars Nielsen, kommandørkapteynur og stjóri á sjóverjuskipinum, Thetis.

Tá ið manningin kemur til Danmarkar, verður hon aftur kannað og koyrd í sóttarhald í Frederikshavn í Norðurjútlandi.

Sjóverjuskipið verður vaskað, og so skjótt sum kanningar staðfesta, at manningin ikki hevur koronu, verður farið umborð aftur, og kós sett móti Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541