Fingið lyfti um hjálp at gera brimgarðar aftur

15.12.2020 - 13:18
InnlendisPolitikkur
Fingið lyfti um hjálp at gera brimgarðar aftur
Broytingar verða gjørdar millum 2. og 3. viðgerð av fíggjarlógini
Brandur Sandoy sigur seg hava fingið lyfti um, at eitt broytingaruppskot um brimgarðarnar kemur til 3. viðgerð av fíggjarlógini, sum verður í morgin

Ein loysn er á veg fyri brimgarðarnar, sum fóru illa í ódnarveðri í vár.

Brandur Sandoy, løgtingsmaður og samgongulimur, segði undir 2. viðgerð av fíggjarlógini í gjár, at hann góðtekur ikki fíggjarlógina, so leingi sum einki er sett av til at umvæla brimgarðar.

Men nú er líkt til, at broytingar verða gjørdar millum 2. og 3. viðgerð.

Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at stovna vanlukkugrunn, sum kommunur kunnu søkja stuðul úr, tá ódnarveður elvir til stóran skaða á eitt nú brimgarðar.

Í Húsavík verður skaðin mettur til níggju milliónir krónur, sum svara til tríggjar álíkningar hjá kommununi.

3. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2021 verður í morgin.

Hoyr samrøðu við Brand Sandoy í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974