Fáa endaligu góðkenningina í dag

18.12.2020 - 10:23
InnlendisSamfelag
Fáa endaligu góðkenningina í dag
Samskiftistrupulleikar vóru í seinastu royndini í Eysturoyartunlinum í gjár, men tað verður trygt at koyra í tunlinum, sigur tunnilsstjórin
Hóast tekniskir samkiftistrupulleikar vóru í seinastu royndini í Eysturoyartunlinum í gjár, letur tunnilin upp fyri almennari ferðslu í morgin sum ætlað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar fær endaligu góðkenningina til nýggja Eysturoyartunnilin í dag, og hann letur upp fyri almennari ferðslu á middegi í morgin.

Tann seinasta royndin í tunlinum var í gjár. Tað vísti seg, at trupulleikar vóru millum gomlu samskiftiskipanina og ta nýggju, sum júst er tikin í brúk.

Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, sigur, at hetta ávirkar ikki ætlanina at lata tunnilin upp í morgin sum ætlað, og tað verður trygt at koyra í tunlinum, sigur hann.

Hoyr samrøðu, sum Óluva Zachariasen gjørdi við Teit Samuelsen í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375