Bussleið millum Skálafjørðin og Havnina

Bussleið millum Skálafjørðin og Havnina
Kommunurnar við Skálafjørðin og Tórshavnar kommuna ætla at stovna bussleið, tá Eysturoyartunnilin letur upp, men fyrst skal greiningararbeiði gerast
Borgarstjórarnir við Skálafjørðin, tá seinasta skotið í Eysturoyartunlinum varð latið av. Nú arbeiða teir við eini ætlan um bussleið millum Skálafjørðin og Havnina, tá tunnilin letur upp
 
09.09.2020 - 14:46

Nes kommuna, Sjóvar kommuna, Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava saman við SEV og ráðgevingarfyritøkuni, SMJ, kannað møguleikan fyri at skipa fyri eini bussleið millum Skálafjørðin og Havnina, tá Eysturoyartunnilin letur upp.

Latið verður eisini upp fyri møguleikanum, at el-bussar skulu reka leiðina.

Eitt greiningararbeiði skal gerast, og sambært Nes kommunu, skal SMJ gera eina kostnaðarmeting av greiningararbeiðnum, áðrenn kommunurnar taka nakra støðu í málinum.

100.000 kr.

Fyribils verður mett, at greiningin fer at kosta 100.000 krónur.

Higartil er Nes kommuna einasta kommuna av teimum fýra kommunum, sum hevur viðgjørt málið á bygdaráðsfundi.

Nes kommuna samtykti at vera við til at fíggja greiningina, treytað av at hinar kommunurnar eisini verða við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329