- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósannlíkt at óvæntað hjáárin eru

Í nátt komu fyrstu skamtarnir av koppingarevninum fyri korona til Danmarkar. Og við skamtunum er eisini eitt yvirlit yvir hjáárin av koppingarevninum almannakunngjørt. Shahin Gaini, yvirlækni og smittuverjufrøðingur sigur í dag, at tey hjáárin man sær eru tey, sum eru vanlig at fáa av slíkum heilivági. - Tað er sum at fáa sjúkueyðkenni av korona ella influensu í nakrar tímar ella dagar, og tað er eitt gott tekin, tí tað merkir, at immunverjan reagerar uppá koppingarevnið, sigur Shahin Gaini.
Á yvirlitinum, sum er almannakunngjørt stendur:
Millum tey mest vanligu hjáárini - tað er minst ein út av 10 - er smávegis pina í tí síðuni, har man er blivin koppsettur. Møði, høvuðpína, vøddapína, kuldaskjálvti, liðpína og fepur.
Millum tey miðal vanligu hjáárini - kann raka ein út av 10 - er, at man verður hovin ella reyður har man hevur fingið sproytuna, og fær vaml.
Tey sjáldsomu hjáárini - 1 út av 100 - eru hovnir lymfukertlar og yvirskipað kensla av at vera ússaligur.
Shahin Gaini sigur, at tað eru 20.000 fólk, sum hava fingið koppingarevnið í sambandi við at evnið varð eftirkannað og góðkent.
- Tað er ógvuliga vanligt, at man finnur hjáárin beinan vegin, tá ið man eftirkannar koppingarevnið. Tað er meira sjáldsamt, at nýggj hjáárin verða funnin langa tíð eftir, at fólk eru koppsett. Men vit hava ikki havt eitt longri eyðleiðingareftirlit í sambandi við hetta koppingarevnið, og tí er tað bara tíðin, sum við vissu kann siga, um nakað nýtt hjáárin vísir seg, sigur Shahin Gaini.
Fyrsti føroyingarnir verða helst koppsettir fyrstu dagarnar í nýggja árinum, sigur Heilsumálaráðið.
Hoyr samrøðu við yvirlæknan við at trýsta á pílin undir myndini.












