- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Plátufelagið Island Records varð sett á stovn av Chris Blackwell á Jamaika í 1995. Í sínum uppruna var tað nakað heilt annað enn eitt klassiskt plátufelag. Tað var meira ein mentanarlig missión enn ein vinnuligt átak. Blackwell hevði eina serliga kenslu fyri tónleiki sum rørdi seg uttanfyri meginstreymin. Fyrst og fremst ska og reggae úr heimlandinum, og seinni eisini bretskan rokk og alternativan tónleik. Tá felagið flutti til London í 1962, gjørdist tað ein pallur fyri nýggjar røddir, ofta við listarligarum frælsi fram um skjótan vinning. Hetta var kjarnan í independent hugsanini: listarligt frælsi, long perspektiv og eitt tætt samband millum felag og listarfólk. Island hevði eisini eitt estetiskt eyðkenni, frá umsløgum til framleiðslu, sum gjørdi, at útgávurnar kendust sum ein heild.
Men í 1989 broyttist nokkso nógv, tá Island Records varð selt til PolyGram. Panelið: Fróði Løkságarð, Hergeir Eldevig og Eiler Sørensen. Vertur: Uni Leitisstein Hansen

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











