Eiga at fáa føroyskt heilsustýri til ráðgeving

07.01.2021 - 13:29
InnlendisHeilsa
Eiga at fáa føroyskt heilsustýri til ráðgeving
Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, heldur, at danskar skipanir hóska ikki altíð til føroysk viðurskifti
Marnar Fríðheim Kristiansen mælir til at stovna heilsustýri í Føroyum, sum skal ráðgeva

Tíðin er komin at skipa eitt føroyskt heilsustýri, sum kann ráðgeva og taka avgerðir úr einum føroyskum sjónarhorni.

Tað hevur koronufarsóttin lært okkum, heldur PhD-lesandi læknin, Marnar Fríðheim Kristiansen. Hann hevur verið partur av koronutoyminum, og hevur eisini granskað í koronufarsóttini í Føroyum.

Marnar Fríðheim Kristiansen heldur, at danskar skipanir og donsk ráðgeving hóska ikki altíð til føroysk viðurskifti.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086