Eldraøkið og skaðagrunnurin á breddan

bannari
08.01.2021 - 13:47
InnlendisPolitikkur
Eldraøkið og skaðagrunnurin á breddan
Heðin Mortensen er nýggjur formaður í Kommunufelagnum
Heðin Mortensen er aftur formaður í Kommunufelagnum. Hann var eisini formaður í felagnum valskeiðið, hann seinast var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Eldraøkið skal eftirmetast og skaðagrunnur skal stovnast, so kommunur, sum hava brimpláss, ikki verða so meint raktar fíggjarliga, tá brimskaðar eru.

Tað sigur nýggi formaðurin í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen.

Hann sigur, at kommunurnar vilja eisini hava betri samskifti við landsstýrið um mál, sum viðvíkja kommunum, áðrenn lógaruppskot verða løgd fyri tingið.

13 borgarstjórar eru í stýrinum fyri Kommunufelagið. Stýrið skipaði seg í dag við Heðini Mortensen, borgarstjóra í høvuðsstaðarkommununi, sum formanni, og Tórbirni Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, sum næstformanni næstu tvey árini. (Mynd: Kommunufelagið)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233