Útisiglarar vilja hava koppsetingarprógv

bannari
08.01.2021 - 13:09
Innlendis›Heilsa
Útisiglarar vilja hava koppsetingarprógv
Arbeitt verður við málinum, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Nógvir føroyingar sigla úti, m.a. við skipum hjá Mærsk. Tað er umráðandi, at útisiglararnir fáa eitt prógv, sum sigur, at teir eru koppsettir fyri koronu, sigur felagið Antares

– Tað hevur avgerandi týdning, at sjófólk, sum sigla úti í heimi, fáa góðkent prógv, tá tey verða koppsett fyri COVID-19.

Tað sigur Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í áhugafelagnum Antares, sum umboðar útisiglarar.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at arbeitt verður við við málinum. Men enn eru nøkur ivamál um, hvussu hetta skal gerast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952