Vænta at hava koppsett 20 prosent í vár

12.01.2021 - 14:01
Innlendis›Heilsa
Vænta at hava koppsett 20 prosent í vár
Landsapotekarin hevur higartil fingið vissu fyri at fáa 7.800 skamtar til Føroya, tá komið er út í mars mánað.
Hjalti Gunnarstein er landsapotekari

Landsstýrið viðger í dag nýggja koppingarætlan, sum koppsetingarbólkurin læt úr honum í gjár.

Seinnapartin koma 1.300 skamtar av koppingarevni fyri koronu við flogfarinum til Føroya.

Landsapotekarin hevur higartil fingið vissu fyri at fáa 7.800 skamtar til Føroya, tá komið er út í mars mánað.

Tað merkir, at tá hevur fimti hvør av teimum 40.000 fólkunum í Føroyum, sum fáa tilboð um koppseting, fingið fyrra prikið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Meira verður at frætta í Breddanum í útvarpinum klokkan 17.05.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723