Bara 1.000 fólk sleppa við til hátíðarhaldið

20.01.2021 - 13:45
Útheimurin
Bara 1.000 fólk sleppa við til hátíðarhaldið
Joe Biden verður tikin í eið sum amerikanskur forseti seinnapartin
Joe Biden verður tikin í eið sum nýggjur amerikanskur forseti seinnapartin

Vanliga eru eini 200.000 atgongumerki til hátíðarhaldið, tá ein amerikanskur forseti verður tikin í eið, men í dag verða bara umleið 1.000 fólk við, tey flestu kongresslimir og familja.

Fráfarandi forsetin, Donald Trump, verður ikki við.

Joe Biden verður tikin í eið sum nýggjur amerikanskur forseti seinnapartin.

Hátíðarhaldið byrjar klokkan hálvgum fimm, okkara tíð, tá Lady Gaga syngur amerikanska tjóðsangin.

Klokkan fimm verður Biden tikin í eið. Tá leggur hann hondina á Bíbliuna og sigur tey kendu orðini, sum alment gera hann til 46. forseta í USA.

Kringvarpið ger nógv burtur úr hátíðarhaldinum í Washington.

Sjónvarpið byrjar at senda klokkan fimm minuttir í hálvgum fimm, og Breddin í útvarpinum, sum byrjar klokkan fimm, fer burturav at viðgera forsetaskiftið.

Regin Winther Poulsen, tíðindamaður í USA, sigur, at trygdin er í hásæti í Washington. Hoyr hann í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065