Trump vil senda sjúkrahússkip til Grønlands

Trump vil senda sjúkrahússkip til Grønlands
Donald Trump skrivar, at sjúkrahússkipið skal hjálpa fólki, sum, sambært honum, eru sjúk og ikki fáa neyðuga hjálpina
Hetta er uppslagið, sum Donald Trump deildi í nátt
Mynd: Skíggjamynd frá Truth Social  
 
22.02.2026 - 16:32

Donald Trump sigur, at USA ætlar at senda eitt sjúkrahússkip til Grønlands. 

Boðskapurin kom í nátt á sosiala miðlinum hjá forsetanum, Truth Social, har Trump eisini deildi eina vitlíkis-mynd av einum slíkum skipi.

Sambært Trump skal skipið sendast í samstarvi við Jeff Landry, sum, umframt at vera guvernørur í Louisiana, eisini er útnevndur serligur sendimaður hjá USA í Grønlandi.

Trump skrivar, at sjúkrahússkipið skal hjálpa fólki, sum sambært honum eru sjúk og ikki fáa neyðuga hjálpina. Tað er tó ógreitt, um ætlanin er verulig, og hvørjir sjúklingar skulu viðgerast.

USA hevur tvey slík skip - USNS Mercy og USNS Comfort - men bæði liggja í løtuni á skipasmiðju í Alabama.

Orla Joelsen, sum áður hevur stillað upp fyri Attasut og ofta leggur seg út í kjakið um USA og Grønland sigur, at útsøgnin er  “sálarlig krígsførsla”.

- Vit hava ikki nakra heilsukreppu her í Grønlandi, og vit hava ikki tørv á hjálp frá USA, sigur Orla Joelsen við Danmarks Radio og leggur afturat, at hann heldur tað vera lítið sannlíkt, at eitt amerikanskt sjúkrahússkip fer at leggja leiðina framvið Grønlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860