- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Kavamet sett nógvastaðni í USA
Eitt nú í stórbýnum New York, har tað sunnudagin komu 29 sentimetrar av kava niður í Centra Park. Hetta er størsta kavamongd, ið er skrásett í Centra Park síðani byrjað varð at máta kava í Manhattan í 1869.
Harvið er 120 ára gamla metið í Central Park, sum vísti 25 sentimetrar av kava frá 25. januar 1905, tikið. Enn er tó nakað upp til endaliga kavametið í New York. Í januar 2016 komu 69 sentimetrar av kava niður.
Eisini í Bonito Lake í New Mexico bleiv nýtt kavamet sett. Í 2000 metra hædd komu 79 sentimetrar av kava niður, meðan tað komu 58 sentimetrar niður í norðara parti av Pennsylvania.
Nógvi kavin, ið kom niður, elvdi til ferðsluruðulleika í býum og á flogvøllunum í raktu økjunum.
Sunnudagin blivu yvir 17.000 fráferðir blivu avlýstar orsaka av kavaveðrinum. Tað svarar til 40 prosent av øllum fráferðum í USA.
|
|


















