- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyðugt at flyta varðhaldsfangar av landinum
Neyðugt verður at flyta fólk av landinum at sita í varðhaldi, tí fult er í Arrestini í Mjørkadali.
Tað sigur Michael Boolsen, fúti.
Seinastu tíðina er talið av varðhaldsfongslinum nógv hækkað, tí løgreglan hevur framt fleiri handtøkur í sambandi við stór rúsevnamál.
Tað ger, at tað er fult í Arrestini í Mjørkadali, sum hevur 14 pláss.
Sambært Heðini Askham, leiðara, sita 10 fólk í løtuni varðhaldsfonglsað í Mjørkadali, og neyðugt er at hava tvey fólk í hvørjum kliva.
Nógv av teimum, sum skulu í Mjørkadal sita ein styttri dóm, mugu eisini brynja seg við toli, tí tey sleppa ikki framat at sita dómin sum er , sigur Heðin Askham, leiðari í Arrestini í Mjørkadali.
- Støðan er ikki nøktandi í løtuni, viðgongur Michael Boolsen, fúti.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini