Latin leysur úr varðhaldinum

Latin leysur úr varðhaldinum
Politiið metti ikki, at grundarlag var fyri at hava mannin, sum er skuldsettur fyri at hava hótt fólk á almennum stovnum, í varðhaldi longur
Skuldsetti maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani stutt fyri jól, men er nú latin leysur
 
18.02.2021 - 11:42

Ein maður, sum er skuldsettur fyri at hótta trý alment sett fólk eftir lívinum í langa tíð, varð latin leysur í gjár.

Politiið metti, at ikki var grundarlag fyri at hava mannin í varðhaldi longur.

Maðurin varð tikin stutt fyri jól í fjør, og var í varðhaldinum til í gjár.

Fólkini, sum arbeiða hvørt á sínum almennum stovni, skulu vera hótt í telduboðum.

Maðurin noktar seg sekan í skuldsetingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923