Bíða eftir fundarboðum úr Bretlandi

27.01.2021 - 09:16
InnlendisSamfelag
Bíða eftir fundarboðum úr Bretlandi
Landsstýrismaðurin í mentamálum væntar, at ein loysn verður funnin fyri 1. august, tá skúlagjaldið hækkar
Jenis av Rana, landsstýrismaður, væntar, at ein loysn verður funnin um skúlagjaldið í Bretlandi fyri summarfrítíðina

Føroyskir myndugleikar hava biðið bretskar myndugleikar um fund um viðurskiftini hjá føroyskum lesandi í Bretlandi, nú teir hava boðað frá, at skúlagjaldið fer at hækka munandi.

- Vit bíða eftir fundarboðum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Hann sigur, at Undirvísingar- og mentamálaráðið fer at royna at fáa bretar at ganga við til, at gjaldið verður á einum rímiligum stigi, t.e. tað sama sum nú.

Jenis av Rana væntar, at ein loysn verður funnin fyri 1. august, tá skúlagjaldið í Bretlandi hækkar.

Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558