Línuflotin: Ringt ár í fjør, vánalig útlit í ár

29.01.2021 - 09:43
Innlendis›Vinna
Línuflotin: Ringt ár í fjør, vánalig útlit í ár
Prísurin á toski fór niður í helvt, og selt varð fyri 208 milliónir kr. minni enn í 2019
2020 var eitt vánaligt ár hjá línuskipunum. Toskaprísurin fór niður í helvt, og avreiðingarvirðið á toski minkaði 208 mió. kr.

Tað hevur rakt línuflotan meint, at prísurin á toski fór niður í helvt í fjør.

Í 2019 vórðu góð 20.000 tons av toski undan Føroyum landað, men í fjør minkaði nøgdin niður í 9.400 tons. Afturgongdin er meira enn 53 prosent.

Og selt varð fyri 208 milliónir kr. minni enn í 2019.

Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum Línuskip, letur illa at árinum í fjør, og útlitini fyri í ár eru heldur ikki góð, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542