Neyðugt at byggja 25 bústaðir um árið

02.02.2021 - 13:54
Innlendis›Politikkur
Neyðugt at byggja 25 bústaðir um árið
Í løtuni eru 240 vardir bústaðir, men um 10 ár er tørvur á 486 bústaðum, sigur stjórin í Almannaverkinum
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sigur, at hóast tørvurin á vardum bústøðum er stórur, fara heimini í Hoyvík og á Argjum at gera mun

Tørvurin á vardum bústøðum er sera stórur. Fyri at nøkta tørvin skulu minst 25 nýggir bústaðir koma um árið.

Í løtuni eru 240 vardir bústaðir, men um 10 ár verður tørvurin tvífalt so stórur.

Nýggju heimini á Mýrini í Hoyvík og í Kvíggjartúni á Argjum fara at gera góðan mun, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688