Misnøgd við nýggju ferðaætlanina

18.02.2021 - 16:24
InnlendisSamfelag
Misnøgd við nýggju ferðaætlanina
Broytingarnar gera, at nólsoyingar, sum ganga á Glasi, verða ov seinir til skúlabussin
Ferðaætlanin hjá Erlu Kongsdóttur verður broytt mánadagin

Nólsoyingar eru ónøgdir við, at ferðaætlanin hjá Erlu Kongsdóttur brádliga verður broytt, uttan at nólsoyingar á nakran hátt eru hoyrdir um broyttu ferðaætlanina.

Broytingarnar órógva nógv, sigur Anja Wardum, leiðari á kunningarstovuni í Nólsoy.

Eitt nú gera broytingarnar, at ungir nólsoyingar, sum ganga á Glasi, verða ov seinir til skúlabussin.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373