Visti einki um umbønina um koppseting

bannari
03.03.2021 - 10:07
Innlendis›Heilsa
Visti einki um umbønina um koppseting
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at onnur hava meiri brúk fyri at verða koppsett enn sendifólk
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at hann visti einki um, at umbønin um koppseting var farin úr aðalráðnum

Jenis av Rana, landsstýrismaður, visti einki um, at uttanríkis- og mentamálaráðið hevði vent sær skrivliga til koppsetingarbólkin við umbøn um, at sendifólk verða koppsett, fyrr enn hann frætti tað í útvarpstíðindunum á middegi í gjár.

Jenis av Rana sigur, at hann hevur ikki verið við í viðgerðini, ella verið við at senda skrivið til landslæknan, sum er formaður í koppsetingarbólkinum.

– Fleiri onnur enn sendifólk hava brúk fyri at verða koppsett, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234