Ung kvinna: Bardagin við HPV

Ung kvinna: Bardagin við HPV
Avleiðingarnar av HPV merkjast fyri lívið, sigur ung kvinna, sum fekk staðfest HPV í ungum aldri
Dulnevnd kvinna tók ikki av HPV-koppsetingini í ungum aldri.
 
04.07.2025 - 15:55

“Tað er sjálvandi ikki bara HPV, sum eg eri bangin fyri. Tað er meira, hvat virusið kann elva til.” 

Tað sigur ein ung dulnevnd kvinna, sum ikki varð koppsett fyri HPV. 

Tá ið hon fekk staðfest HPV hjá læknanum, kundi hon ikki ímynda sær, hvørjar avleiðingar hon fór at stríðast við. Hon hugsaði, at hon skuldi undir skurð, og so var trupulleikin loystur. 

NET_1
Fotografur: Bárður Thomsen

Men veruleikin var ein annar, og tað skuldi vísa seg at hava varandi avleiðingar við sær. Bæði kropsliga og sálarliga.  

Skurðviðgerðin varð gjørd í undirlívinum. Hon hevur framvegis pínu, og tað er trupult at hava kynsligt samband. Orsakað av, at hon hevur HPV, skal hon enn til kanningar tvær ferðir um árið. Hetta elvir til ótta, bløðing og pínu.

NET_2_2
Fotografur: Bárður Thomsen

Unga kvinnan er nú komin í ein aldur, har hon hugsar um at fáa børn. Hon óttast fyri sjúkuni og fylgjunum. 

Tí ein avleiðing av skurðviðgerðini er, at hon kann eiga ov tíðiliga.

NET_3_2
Fotografur: Bárður Thomsen
 

Meira um hetta í Degi og viku í kvøld kl. 19. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595