Bygningurin verður tvífalt so dýrur

05.03.2021 - 18:29
InnlendisPolitikkur
Bygningurin verður tvífalt so dýrur
Bygningurin til Sjóvinnustýrið á Giljanesi er mettur at kosta 26,3 milliónir krónur, og tað er nærum tvífalt so nógv, sum mett varð í 2018
Nýggjur bygningur til Sjóvinnustýrið skal byggjast á Giljanesi

Í 2018 varð bygningurin mettur at kosta 13,7 milliónir krónur. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum veit ikki at siga, hví bygningurin nú næstan verður tvífalt so dýrur.

Helgi Abrahamsen hevur lagt uppskot fram um at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið. 

Í 2002 varð avgerð tikin um, at Skipaeftirlitið skuldi vera í Vágum. Høli vórðu funnin, har leigað varð. Í 2016 mátti Sjóvinnustýrið flyta úr hølunum, tí hølini ikki longur vóru egnað. Síðani hevur verið arbeitt við at finna nýggj høli.

Sjóvinnustýrið húsast í leigaðum hølum í Havn sum ein fyribilsloysn, til nýggjur umsitingarbygningur er bygdur.

Í 2018 játtaði løgtingið 13,7 milliónir krónur til at byggja nýggjan umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið.

Ætlanin var tó av ongum, tí fyribils varð gjørt av at bíða við verkætlanini orsakað av nógva byggivirkseminum í landinum og trýstinum, sum hetta legði á byggimarknaðin og føroyska búskapin.

Nú hevur landsstýrismaðurin lagt uppskot fram aftur. 

Fíggjarmálaráðið hevur tó mælt frá at leggja uppskotið fram. Ráðið sigur, at verkætlani skulu vera prosjekteraðar í minsta lagi til verkætlanaruppskot, áðrenn verklagslóg verður løgd fyri Løgtingið. Hetta kemst av, at tá fæst óvissan um byggikostnaðin niður á eitt støði, sum kann góðtakast.

Teir frámæla tí at verklagslógin verður løgd fram, áðrenn tilboðini eru komin inn og viðgjørd. Løgfrøðingar í løgtinginum haldi tað heldur ikki vera heppi, at uppskotið verður lagt fram í verandi líki.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860