Tveir lívsnjótarar / serfrøðingar hittast

05.03.2021 - 18:31
Lívsstílur
Tveir lívsnjótarar / serfrøðingar hittast
Annar hevur skil fyri whisky og hin sigarum
Bergur Ryggstein og Rúni Nielsen við hvør sínari sigar framman fyri væl útgjørda sigarskápið. Í glasinum hava teir Kavalan whisky, sum Rúni hevur tikið við til høvið
Mynd: Leivur Thomsen  

Rúni Nielsen hevur verið fastur gestur í vikuskiftissendingini seinastu 5-6 árini. Vanligt hevur verið, at hann prátað um whisky í sær sjálvum. Hesaferð seta vit Rúna í samband við Berg Ryggstein, sum heldur til á Heygnum Mikla. Í kjallaranum hevur Bergur innrættað sær eina sigarbarr, har til ber at sita inni og njóta eina sigar. Eisini hevur Bergur eina rímiliga væl útgjørda whiskybarr. Men tað er onki afturítmóti tí úrvali, sum Rúni Nielsen hevur. Til høvið hevur Rúni m.a. tikið eina sjáldsama Kavalan whisky við, sum Bergur so skal para við eina sigar. Hoyr báðar serfrøðingarnar hugleiða um smakkupplivingina, hetta gevur. Innslagið er ein longd útgáva í "pod-cast" stíli av stytta útvarpsinnslagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
Morgunlestur hósdagur 18.desember 2025
200537
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552