Skiparin: Nú er Norrøna eitt cruise-skip

08.03.2021 - 14:05
InnlendisSamfelag
Skiparin: Nú er Norrøna eitt cruise-skip
Norrøna er umbygd og nútímansgjørd fyri 100 mió. kr.
Petur av Vollanum, skipari, er væl nøgdur við Norrønu, nú hon er umbygd og nútímansgjørd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Norrøna er farin frá at vera ein vanlig roll-on-roll-off-ferja til at vera eitt veruligt cruise-skip.

Tað siga Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, og Petur av Vollanum, skipari, nú Norrøna, sum er umvæld fyri 100 milliónir krónur, er farin aftur í sigling.

Arbeiðið hevur tikið 10 vikur.

Norrøna er smíðað í Týsklandi í 2003. Hon er 151 metrar long og 30 metrar breið.

Seinnapartin gongur leiðin til Íslands.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, letur eisini væl at flaggskipinum, sum hevur verið til umbyggingar í Danmark. Her sæst hann í samrøðu við Una L. Hansen.

Óli Hammer, fyrrverandi stjóri í Smyril Line, og Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Smyril Line.Í nýggju barrini á Norrønu.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558