Vatn-ítróttardepil gerast á Tvøroyri

08.03.2021 - 19:03
InnlendisSamfelag
Vatn-ítróttardepil gerast á Tvøroyri
Froðbiar sóknar róðrarfelag er, saman við Tvøroyrar kommunu og Lokale og Anlægsfonden, farin at menna fyrsta vatn-ítróttarmiðdepilin í Føroyum.

Froðbiar Sóknar Róðrarfelag er byggiharri og mennir verkætlanina í tøttum samstarvi við Tvøroyrar kommunu, sum stuðlar verkætlanini við 6,5 milliónum. Lokale og Anlægsfonden stuðla verkætlanini við 3,8 milliónum.

Tað vil siga at depilin fer at kosta 10,3 milliónir krónur.

Vatn-miðdepilin í Suðuroy fer at bjóða fólki møguleikan at royna kappróður, kajakkir, vetrarsvimjing, sauna, kaving og brimfjalir.

Hoyr samrøðuna við Linn Mohr Augustinussen, formann í Froðbiar sóknar róðrarfelag.

Keldur: Suður Rás / Tvøroyrar kommuna

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458