Løgtingið viðger Landsbankan og Búskaparráðið

10.03.2021 - 13:28
InnlendisPolitikkur
Løgtingið viðger Landsbankan og Búskaparráðið
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur broytt sína upprunaligu ætlan, men andstøðan heldur framvegis, at uppskotið er vánaligt
Sambært uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, skal nevndin í landsbankanum eisini vera búskaparráð

Løgtingið viðger í løtuni ætlanina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at avtaka Búskaparráðið og lata nevndina í Landsbankanum virka sum Búskaparráð.

Funnist hevur verið hvassliga at ætlanunum hjá landsstýrismanninum, bæði frá andstøðuni og ikki minst frá leiðsluni í Landsbankanum.

Upprunaliga ætlanin hjá landsstýrismanninum var, at hann sjálvur skuldi velja eina nevnd við trimum fólkum eftir tilmæli frá ymsum áhugapørtum.

Í lógaruppskotinum, sum er til viðgerðar nú, er hetta broytt, so nevndin verður vald á sama hátt sum í dag, soleiðis at stýrið fyri Fróðskaparsetrið kemur við einum tilmæli til landsstýrismannin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur lurtað eftir hoyringunum, og lagað uppskotið til.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at uppskotið er frægari enn upprunaliga æltanin hjá landsstýrismanninum, men tað er framvegis vánaligt.

Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen og Aksel V. Johannesen í løgtinginum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483